Finnur Fríði fer nú á lodnuveiðu undir Íslandi

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Finnur Fríði hevur fiskað svartkjaft sunnanfyri Føroyar, og teir landa umleið 1500 tons av svartkjafti til Havsbrún.

Upplýst verður at fiskiskapurin hevur verið hampiligur hendan túrin.

Teir skulu nú taka útgerð umborð, og so verður fari á lodnuveiðu undir Íslandi.