Fleyr bleiv fyrsta liðið sum basti Drátti


Spennandi flogbóltsdystur var í høllini á Giljanesi í kvøld. Oddaliðið, Dráttur tók móti Fleyr, sum undan dystinum lá á fimta plássi. Munurin sum er á stigatalvuni sást tó ikki eins væl á spælinum. Dysturin var bæði tættur og spennandi.




Serliga fjórða settið var spennandi, har fyrst Dráttur legði seg framum heili 7-0, og so vant Fleyr seg í gongd, og spældi seg upp á javnt. síðani fylgdust liðini nakrar bóltar, fram til støðuna 24-24. So vann Fleyr ein góðan bólt, sum dansaði yvir eftir netkantinum eina løtu, og við einari sera væl plaseraðari servu frá Esther Rasmussen fekk Fleyr vunnið settið, og harvið javnað til 2-2 í settum.




Javnbrótarin, sum fimta sett verður nevnt, endaði við at Fleyr vann 09-15 og harvið hála tær seg upp á 11 stig, sama stigatal sum Mjølnir á fjórða plássi.


Hetta var sjeyndi dysturin hjá Drátti hetta kappingarárið, og ikki fyrr enn í kvøld føldu tær beiska smakin av ósigri. Hetta er tó gott fyri spenningin í kappingini, og tað bara økir um áhugan fyri ítróttinum.




Úrslit:




Dráttur - Fleyr 2-3 (09-25), (25-21), (25-20), (24-26), (09-15)




Støðan í deildini er henda:




1. Dráttur 18 stig fyri 7 dystir



2. KÍF 17 stig fyri 7 dystir



3. TB 14 stig fyri 7 dystir



4. Mjølnir 11 stig fyri 7 dystir



5. Fleyr 11 stig fyri 7 dystir



6. SÍ 7 stig fyri 7 dystir



7. ÍF 4 stig fyri 7 dystir



8. Ternan 3 stig fyri 7 dystir