Flogbóltsvenjing í grýluklæðum í Trongisvági

Í samband við at føstulávint var farna vikuskifti, og at flogbóltskvinnurnar hjá TB ikki kundu luttaka í stuttligu tiltøkunum tað vikuskiftið, orsakað av steypafinaluni leygardagin, so skipaðu tær bara fyri sínum egna stuttliga tiltaki í gjárkvøldið. Tær fingu boð um at møta grýluklødd til venjing.

Eftir ein steypasigur er lagið sjálvandi gott, og tá TB leikararnir ikki kundu halda føstulávintshald í vikuskiftinum, so skipaðu tær bara fyri sínum egna tiltaki.

Fyrst møttu leikararnir grýluklæddir, og tað fyrsta tær gjørdu, var at sláa pott. Eftir hetta var venjing á skránni, og leikararnir vóru enn í grýluklæðum. Tað vóru venjararnir eisini, skal sigast.

Sambært leikarunum var tiltakið serstakliga stuttligt, og tað kundi væl hent seg, at hetta verður eitt afturvendandi tiltak.