Flogbóltur: Føroyar - Saaremaa stroymast beinleiðis


Um lítla løtu brestir føroyska manslandsliðið í flogbólti saman við Saaremaa í hálvfinaluni á Oyggjaleikum.




Samstundis spæla Áland og Gotland hina hálvfinaluna.



Nógvir føroyingar eru á Gotlandi og fylgja við gongdini hjá føroysku íðkarunum. Tíbetur kunnu tey her heima, ið eisini hava áhuga fyri kappingini, fylgja beinleiðis við í dystinum móti Saaremaa, tí hann verður stroymaður beinleiðis á Facebook síðuni hjá Flogbóltssambandinum her.