Foreldur skulu sjálvi velja barnaansingarhátt


Eitt av málunum, sum er til viðgerðar í tinginum í dag, er uppskot til samtyktar um barnaansingargjald. Løgtingið skal í aðru viðger taka støðu til uppskot frá Jørgen Niclasen, tingmanni, um at kommunurnar fáa heimild at lata foreldrum peningin, sum barnaansingin kostar fyri kommununum, so foreldur sjálvi fáa frælsi at velja ansing fyri síni børn.



Jørgen Niclasen vísir á, at barnaansing er ein tænasta, sum í dag ikki passar til øll. T.d. er tænastan ikki gjørd til tey við “skeivum” arbeiðstíðum, t.v.s. arbeiði, sum ikki bara eru gerandisdagar millum kl. 7 og 17.



Sum dømi nevnir Jørgen Niclasen, at tænastan ikki er nøktandi fyri fólk, sum arbeiða á t.d. døgnstovnum, so sum sjúkrahús, røktarheim og fiskavirkjum, har fólk arbeiða í tvey-skiftisvaktum, har onnur vika er kvøldarbeiði.



Kommunurnar rinda áleið 70.000 kr. um árið fyri hvørt barnið, meðan foreldrini rinda uml. 20.000 kr. Jørgen Niclasen heldur, at foreldrini í staðin eiga at fáa tær 70.000 kr. so at tey ráða yvir 90.000 kr. um árið fyri hvørt barnið, sum tey kunnu velja at keypa tænastuna frá kommunalu barnansingini.



Jørgen Niclasen nevnir eisini, at námsfrøðingar og onnur kundu stovnað privatar ansingarstovnar, arbeiðspláss kundu bjóða ansing os.fr. Við 90.000 kr. um árið kundi summi foreldur eisini havt fíggjarligan møguleika at ansa sínum børnum heima.



Tingfundurin byrjar kl. 11.