Føroyingur flýddur undan grønlendsku løgregluni


Ein 22 ára gamal føroyingur flýddi í gjár úr varðhaldinum í Nuuk. Maðurin varð handtikin fyri at hava sett eld á.



Løgreglan hevur givið hesar upplýsingar um mannin:


- Maður av danskari útsjónd


- 190-195 cm høgur við vanligum kropsbygnaði


- Seinast sæddur klæddur í svarta hettutroyggju og bláum covboybuksum


- Tosar danskt við føroyskum máldámi



Maðurin flýddi úr varðhaldinum kl. 18:13 lokala tíð í gjár, skrivar Sermitisiaq.