Føroyingurin noktar seg sekan í óhugnaliga málinum


Danska kvinnan, sum gjørdi seg kynsliga inn á 4 ára gamla son sín, tí at ein 42 ára gamla føroyingur bað hana um tað, fer væntandi at játta seg seka. Føroyingurin noktar, at hann er sekur í ákærunum.



Rættarsakin móti mammuni væntast at enda hósdagin, tá kvinnan fær dóm.



Tað var sosiali miðilin LinkedIn, sum meldaði málið til løgregluna. Mamman at dronginum og føroyingurin skrivaðu saman á LinkedIn, har hon eisini sendi myndir til mannin, har hon gjørdi seg inn á sonin. LinkedIn fann myndirnar og meldaði. Mamman var varðhaldsfongslað 19. september.



Føroyingurin situr enn varðhaldsfongslaður.



Mamman hevur viðgingið fyri løgregluni tað hon hevur gjørt, og væntandi fer hon at endurtaka tað fyri rættinum, og fáa ein skjótan dóm hósdagin. Mamman er ákærd fyri at hava blygdanarskemma dreingin minst 10 ferðir, fyri at hava neyðtikið hann við øðrum kynsligum sambandi enn samlegu minst 20 ferðir og fyri at hava roynt at neyðtikið hann við samlegu. Hetta seinasta eydnaðist tó ikki – allarhelst av manglandi evnunum hjá dronginum.



Mamman er eisini ákærd fyri blóðskemd og fyri at eiga og deila barnaporno. Sambært ákæruni hevði hon 103 pornografiskar myndir av soninum og fýra sjónbond á telefonini.



11 ferðir tók hon kynsliga ágangi upp á mynd ella sjónband og seni 59 myndir til 42 ára gamla føroyingin, stendur at lesa í ákærunum.



Mamman og føroyingurin høvdu samband á LinkedIn, har sambandið teirra millum førdi til ágangin móti soninum. Føroyingurin eggjaði mammuna til at gera seg inn á sonin. Mamman og føroyingurin hava eisini møtt hvør øðrum fysiskt, skrivar Ekstra Blaðið.



Ákæruvaldið tekur ikki støðu til ákærurnar móti føroyinginum, fyrrenn rættarsakin móti kvinnuni er komin at enda. Tá hon hevur fingið dóm, verður 42 ára gamla mamman nýtt sum vitni móti føroyinginum.