Føroyskir badmintonleikarir til RIG 2018


Seinnapartin í dag fór eitt stórt ferðalag við badmintonleikarum til Íslands at luttaka í Reykjavik International Games (RIG). Tilsamans eru 61 leikarir, sum skulu spæla leygar- og sunnudagin.



Leikararnir, sum fara avstað, eru úr HBF, KBF, ÍF og MBF. Spælt verður í U11, U13, U15, U17 og U19.



Byrjað verður tíðliga leygarmorgunin, og hildið verður áfram, til síðsti dystur er leiktur seint sunnudagin. Nógvir dystir eru á skránni, tí ungu leikararnir skulu spæla í øllum trimum greinunum – einmans-, tvímans- og blandaðum tvímansleiki.



Aftur í ár verður skipað fyri landsdysti fríggjakvøldið millum unglingalandsliðini hjá londunum báðum. Í fjør vann Føroyar allar landsdystirnar í U13, U15 og U17, so í ár vil Ísland uppreisn. Føroyar fara tó at gera alt fyri at vera omaná, tá ið landsdystirnir eru liðugt spældir. Landsdystirnir verða skipaðir sum ein liðkapping, har einmans-, tvímans- og blandaður tvímansleikur verða leiktir. Í ár verður eisini landsdystur leiktur í U19.



Ferðalagið verður aftur í Føroyum mánadagin 5. februar.