Fótbóltsgleði á Orknoyggjum



Við einum tryggum 12-1 sigri í dag móti botnliðnum Bunillidh Thisle í dag tryggjaði Orkney Football Club sær meistaraheitið í norðurskotsku fótbóltsdeildini, sum orknoyska felagið spælir í.





Orkney FC er eitt rættiliga nýstovnað felag, stovnað í 2012 við tí endamálið at geva orknoyskum fótbóltsspælarum møguleika at spæla móti liðum av skotska meginlandinum.





Orkney FC hevur spælt í deildini, sum kallast North Caledonian Football League, sum er sætta lagið í skotsku fótbóltskappingini.





Orkney Amateur Football Association tók í 2012 stig til hetta oyggjaliðið. Orknoyggjar fingu fullan limaskap í North Caledonian Football Association í 2014-15, og liðið gjørdist nummar tvey í fyrsta kappingarárinum. Árið eftir gjørdist Orkney FC nummar fýra og í fjør aftur nummar tvey.





Við sigrinum á Bunillidh Thistle komu orknoyingar upp á 39 stig, og Invergordon, sum lá eitt stig aftanfyri undan seinasta umfari, kundi sostatt ikki endurvinna meistaraskapin, hóast liðið vann 3-2 á Turso seinni í dag.





Orkney FC er sostatt fyrsta oyggjalið, sum vinnur eina skotska ligakapping.