Fótbóltur á Bessastöðum: Stuðlið Íslandi

Guðni Th. Jóhannesson, forseti, og Elisa Reid, forsetafrú, heita nú á heimin um at stuðla ’Team Iceland’, sum nú ger seg til reiðar at luttaka í HM endaspælinum í fótbólti í Russlandi í summar.





’Team Iceland’ er eitt nýtt átak, sum er sett í verk, nú 100 dagar eru til HM-kappingin fer í gongd.





Og í hesum sambandi hava forsetahjúni valt at vísa síni fótbóltskynstur inni í fínu stovunum á forsetaborgini Bessastöðum á Álftanesi.





- Líka mikið hvørjum tú stuðlar og hvaðani tú ert, so er pláss fyri tær á okkara liði, sigur Eliza Ward í filminum.





- Antin vit vinna ella tapa, so er altíð spennandi at vera partur av onkrum stórum hóast tú ert lítil, sigur Guðni.





Íslendingar verða eggjaðir at brúka hassjtaggið #TeamIceland til at gera vart við herferðina. Í hesum sambandi er gjørd ein heimasíða har umheimurin verður kunnaður um Ísland og eitt nú kann síggja hvussu eftirnavnið sær út á eini íslendskari landsliðstroyggju, um tað verður viðgjørt sambært serliga íslendska navnasiðin.