Frakland vann bronsuna


Danmark kom illa frá byrjan í bronsudystinum móti Fraklandi í dag. Fronsku kvinnurnar vóru á odda 10-3 eitt skifti í fyrra hálvleiki.





Tað gjørdist sera tungt hjá Danmark, men tær komu eisini inn í dystin, og eina løtu tíðliga í seinna hálvleiki var tað okkurt, sum bendi á, tað kundi gerast spennandi. Donsku hondbóltskvinnurnar fingu spælt seg upp á 17-18. Men nærri komu tær ikki.





Dysturin endaði 25-22 og Frakland vann sostatt bronsu í EM.








Finalan millum Holland og Noreg verður klokkan 17. Danska TV2 vísir dystin.