Fuglafjarðar skúli skal bjóðast út av nýggjum

Byggifelagið Heildarverk hevur boðað frá, at tað tekur seg úr partalagssamstarvinum um at byggja nýggja skúlan í Fuglafirði.





Ætlan var at byggingin av skúlanum skuldi skipast sum partalag, men hetta hevur ikki borið á mál. Tí vkerður nú arbeitt við at bjóða arbeiðið út sum vanligt útboð, sigur Fuglafjarðar kommuna í eini almennari fráboðan.





Heildarverk er farið ígongd við stoypiarbeiðið, og fyritøkan hevur boðað frá, at hon bjóðar seg fram at gera betongarbeiðið liðugt.





Mett verður tí ikki, at hetta kemur at hava ávirkan á tíðarætlanina.