Fyrsti frystitrolarin sum fer avstað í 2018


Í gjár fór frystitrolarin Akraberg aftur til fiskiskap. Kósin var sett móti Norðurnorra, hóast skiparin Eyðun á Bergi ikki visti, um teir fóru at royna í norskum ella russiskum sjógvi.






- Eg veit einki um fiskiskap, hóast norskir trolarar eru farnir til fiskiskap. Akraberg er fyrsti av føroysku frystitrolarunum sum fer avstað. Gadus og Enniberg eru heima, meðan Sjúrðarberg er á sleipistøð í Norra, sigur Eyðun á Bergi.





- Vit eru væl nøgdir við farna árið. Men hvussu hetta árið sær út veit sjálvsagt eingin. Kortini vita vit, at okkara partur verður umleið 20% minni í ár, vegna nýggju fiskivinnuskipaninna og niðurskurð í heildarkvotuni í Barentshavinum, sigur hann.





Akraberg avhøvdar og frystir fiskin. Teir taka eisini alt av fiskinum við til lands. Magin og høvdið verður malið og goymt sum súrløgur í tangum sum taka 400 tons.





Áðrenn Akraberg fór avstað var andakt hildin umborð.



- Tað plaga vit at gera við ársbyrjan og so annars av og á. Tað er ein góður háttur at byrjað árið uppá, sigur Eyðun á Bergi.





24 mans eru við Akrabergi og tvær manningar hoyra til skipið.