Gjaldsterminalur stolin á skeinkistaði í nátt



Løgreglan hevur ikki havt nógv at gera í nátt. Hóast nógv fólk vóru í býnum, gekk alt siðiliga og friðarliga fyri seg, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.





Einasta mál, sum gevur løgregluni eitt sindur av arbeiði í dag var ein stuldur, har ein tráðleysur gjaldsterminalur er horvin.





Óvist er hvat ein kann gera við ein slíkan terminal, sum verður brúktur av starvsfólkunum inni í staðnum at avgreiða inngjaldingar við.





Málið verður kannað í dag. Vakmyndatól eru á skeinkistaðnum, og løgreglan fer nú saman við eigaranum at gjøgnumganga myndirnar fyri at finna fram til ein møugligan gerningsmann, sigur vakthavandi.