Grækarismessuhaldið í Havn verður sunnudagin 11. mars


Skótafylki Sigmund Brestissonar skipar fyri Grærismessuhaldinum í Havn, sunnudagin 11. mars, har skótarnir, saman við borgarum í býnum, heilsa várinum og flytifuglunum vælkomnum til landið. Frá gamlari tíð er sagt, at tjaldri, tjóðfuglur okkara kemur á Grækarismessu.



Skrúðgongan fer úr Vágsbotni og gingið verður eftir Bøgøtu, síðani eftir Tróndargøtu, Niels Winthersgøtu, Steinatún, Niels Finsensgøtu oman á Vaglið.



Sjálvt Grækarismessuhaldið verður á Vaglinum í Havn.



Í ár verður tað Marius Rein, ið heldur Grækarismessurøðuna.

- Skótafylki Sigmund Brestissonar