Grind á Sandi


Grind varð fyri løtu síðani funnin beint við grótkastið á Sandi, og nú verður gjørt klárt at halda henni til.





At síggja til er talan um ein hampuliga stóra grind, men veðrið er ikki av tí allarbesta, og hon er torfør at reka á sandin.

Tað var Sildberin, sum fann grindina.