Grønland: Annar av stovnarunum av Polar Seafood deyður

Grønlendski vinnulívsmaðurin og fyrrverandi politikarin, Hans Pavia Egede, er deyður 64 ára gamal.





Í 1984 stovnaði Hans Pavia Egede saman við Anders Brøns fiskivinnufyritøkuna Polar Seafood, sum síðan hevur vaksið seg til størstu privatu fyrirøkuna í Grønlandi.





Les eisini: Stórt yvirskot í Polar Seafood





Árið eftir keypti Jens Salling seg eisini í felagið, og seinni varð Hans Pavia Egede keyptur út úr felagnum.





Hans Pavia Egede var í fleiri ár ein markantur politikari í Grønlandi, og sat í fleiri ár í býarstýrinum í Nuuk, umboðandi Atassut. Í 2008 fór hann tó úr flokkinum og limaði seg inn í Inuit Ataqatigiit.





Seinni flutti hann til Ebeltoft í Danmark, har hann eisini búði, nú hann doyði, skrivar Sermitsiaq.