Handaðu Anniku Olsen 1400 undirskriftir


Eini 500 fólk vóru í dag savnaði á Vaglinum at stuðla pedagogunum, sum hava verið í verkfalli í tríggjar vikur.






Í nakrar dagar hava foreldur og onnur savnað inn undirskriftir og tað er nú komið heilt upp á 1400 av slagnum. Tær vóru allar handaðar Anniku Olsen, borgarstjóra og forkvinnu í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.





Hon segði heilt stutt, at hon vónaði at pedagogarnir skjótt fóru at sleppa til arbeiðis, so fólk kundu gera tað, tey vóru best til aftur.





Tað dámdu foreldrunum at hoyra.





Vit hava myndir frá tiltakinum um eina lítla løtu.