Handil í Illum á Strøgnum rændur


Urhandilin Bucherer í Illum í Antonigade í Keypmannahavn varð í dag rændur. Tríggir mans í maskum gingu inn í handilin og hóttu starvsfólki við onkrum, sum líktist einari pistól.





Eygnavitni sigur, at hann sá mennirnar tøma eitt glasbúr við fínum urum. Sagt verður, at tað vóru Rolex ur. Mennirnir tosaðu hálvbrotið enskt.



Løgreglan sigur, at skotið varð, men at eingin er komin til skaða. Hildið verður, at tað var ein pas- ella piparspraypistól.




Mennirnir rýmdu í einum gomlum Audi bili, sum varð stolin í gjár.