Harry Redknapp verður venjari í Birmingham

Fyrrverandi venjarin í West Ham, Tottenham og QPR, 70 ára gamli Harry Rednapp er útnevndur til nýggjan venjara í Birmingham City eftir at italski Gianfranco Zola segði seg úr starvinum eftir 2-0 tapið móti Burton Albions í gjár.





Birmingham liggur nú á 20. plássi í næstbestu deildini, The Championship, og er í vanda fyri niðurflyting. Burton Albions eru uppflytarar og liggja í løtuni eitt pláss oman fyri Birmingham.





Avtalan við Harry Redknapp er, at hann fyribils skal hava ábyrgdina fyri liðnum tað, ið eftir er av hesum kappingarárinum.