Havísurin kring Norðpólin hevur ongantíð verið minni

Hvønn vetur frystir havísurin og hvørt summar tiðnar hann. Soleiðis hevur tað verið so leingi, sum mannaættin hevur kunna mett um vavið á ísinum á íshavinum.





Men menningin í Arktis nú tykist hóttandi. Framvegis frystur ísur um veturin, áðrenn hann tiðnar um summarið. Men alsamt størri mongdir tiðna, meðan minni og minni verður fryst í vetrarhálvuni.





- Menningin vísir, at ískapping er í minking bæði á sumri og á vetri, sigur Sebastian Gerland, granskari á norska Polarinstituttet við nrk.no. Hann hevur verið við til at skriva eina umfatandi frágreiðing um havísin í Arktis.





Frágreingin vísir á, at síðan mátingarnar við fylgisveini byrjaðu, hevur ískappin um veturin ongantíð verið minni enn hann er nú.





Orsøkin er, at so hvørt sum størri partar av ísinum bráðna, gerst ísurin yngri og yngri hvørja ferð tað frystir aftur. Og tað ger at ísurin minkar og gerst alsamt tynnri. Tað gevur trupulleikar, tí nýggjur ísur hevur aðrar eginleikar enn gamal ísur. Jú nyggjari ísurin er, tess størri er saltinnihaldið. Ein avleiðing av tí er, at yngri ísur tiðnar skjótari.





- Tað eru ein styrkjandi ávirkan. Minni ísur gevur yngri ís, sum førir til at meira ísur hvørvur, greiðir Gerland frá.





Frágreiðingin sammetir tøl frá 1985 við tøl frá 2017. Her sæst, tann elsti ísurin, tann, ið er fimm ár og eldri, næstan ikki er til staðar í 2017, sammett við 1985.





Tað er ikki nakað nýtt, at granskarar ávara um, at ísurin í Arktis minkar. Seinastu trýati árini er ísurin nógv broyttur og minkaður bæði í útbreiðing og tjúkd.





Tað, sum nýggja granskingin vísir er, at hetta hendir við skjótari ferð. Sambært frágreiðingini er alt meira ísur horvin hesi seinastu árini, og at tað er um summarið, at minkingin er lutfalsliga størst.