Heðin Mortensen gjørdist formaður í §25 nevndini


Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum gjørdist formaður fyri §25 nevndini, tá nevndin skipaði seg í dag. Næstformaður í nevndini verður Bill Justinussen úr Miðflokkinum.





Tey tólv tingfólkini, sum eru vald í nevndina skulu nú í gongd við at arbeiða við stjórnarskipanina.



Limirnir í §25 nevndini eru hesir:



- Heðin Mortensen og Kristianna Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum



- Bill Justinussen úr Miðflokkinum



- Jørgen Niclasen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinum



- Bárður á Steig Nielsen og Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum



- Kári P. Højgaard úr Sjálvstýri



- Annita á Fríðriksmørk og Ingolf S. Olsen úr Tjóðveldi



- Hanna Jensen úr Framsókn



- Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna