Heimapartarnir verða skornir upp í Leirvík og Syðrugøtu



Seðlarnir frá grindini í Syðrugøtu seinnapartin koma út klokkan 23 á keiini í Norðragøtu. Talan er um 145 hvalir og knapt 1000 skinn.





Býtt verður í drápspartar og heimapartar í bygdunum í Eysturkommunu. Umleið eitt skinn í part er til tey, sum vóru við í drápinum.





Heimapartanir í Leirvík verða skorðnir upp í Leirvík, og heimapartanir í Syðrugøtu, Gøtugjógv og Undir Gøtueiði verða skorðnir upp í Syðrugøtu.