Heldur fram sum borgarstjóri og løgtingsmaður




Nýggi meirilutin á Tvøroyri krevur ikki enn, at Kristin Michelsen skal velja, um hann skal vera borgarstjóri ella løgtingsmaður. Tað skrivar kvf.fo í kvøld.





Tað hevur annars ljóðað, at nýggi meirilutin fór at krevja hetta. Men sambært Kringvarpinum sleppur hannn undan í fyrsta umfari.





Á nógv umrødda útsetta býráðsfundinum, sum var á Tvøroyri í kvøld, vóru nevndirnar í Tvøroyrar Býráð skipaðar av nýggjum, og nýggi meirilutin hevur nú ræðið á øllum nevndunum. Nýggi meirilutin er Kristina Roest, Súsanna Bertholdsen, Bogi Johannesen, og Bjarni Hammer.

Kristin Michelsen hevur áður boðað frá, at hann ikki kennir seg noyddan at atkvøða við samgonguni í løgtinginum, tá Javnaðarflokkurin á Tvøroyri ikki ynskir at samstarva við hann.