Her er eftirmetingin hjá løgregluni


Løgreglan var ikki fyrireikað til eitt yvirgangsálop, sum tað í Keypmannahavn 14. og 15 februar í ár. Soleiðis skrivar Tv2.

Løgreglufólkini á staðnum vóru ikki vand til at taka sær av slíkari hending, og teirra vápnaútbúnaður samhóskaði ikki við tann hjá yvirgangsmanninum.

Hetta stendur at lesa á nøkrum av niðastu reglunum í 143 síður longu eftirmetingini, sum ríkisløgreglan hevur almannakunngjørt í dag. Til ber at lesa alla eftirmetingina við at klikkja her.