Hesi rís eru óegnað til matna


Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðarfrá, at Coop Danmark A/S afturkallas X-tra parboiled rís orsaka av at vøran luktar og smakkar moðin.



Talan er um X-tra parboiled rís í 1 kg pakkum. Seinasti nýtsludagur er 29/05/2019. Vøran hevur EAN kotu 7340011340522.



Vøran er seld í Føroyum.



Fleiri kundar hava klaga um at rísini lukta og smakka moðin. Rísini verða mett at verða óegnað til matna.



Heilsufrøðiliga Starvsstovan heitir á fólk, um at lata vøruna inn aftur í handilin, har sum hon er keypt ella beina vøruna burtur.