HMS Queen Elisabeth lagt at í Portsmouth


Flogberin HMS Queen Elizabeth hevur nú lagt at í bretsku hernaðarflotastøðini í Portsmouth eftir at hava verið royndartúr síðan juni mánaða, tá skipið varð flotað á skipasmiðuni í Rosyth í Skotlandi.




Fleiri tíggjutúsind fólk vóru komin saman í havnalagnum í Portsmouth at síggja 65.000 tons tunga flogberan koma í havn, umframt at eitt ótal av bátum sigldu út á Solent sundið at taka ímóti, skrivar The Guardian.



HMS Queen Elizabeth, sum er fyrri av tveimum flogberum, ið bretska stjórnin hevur umbiðið, verður mettur at kosta umleið 3 milliardir bretsk pund. Seinni flogberin, HMS Prince of Wales, verður eftir ætlan latin bretsku verjuni í 2019.



HMS Queen Elizabeth er nógv tann størsti flogberin, ið bretska verjan nakrantíð hevur havt, og endamálið við báðum flogberunum er at tryggja, at Stórabretland framhaldandi er ein tjóð, ið røkkur og virkar um allan heim.



- Stórabretland kann vera errin av hesum skipinum og tí, sum tað stendur fyri. Tað sendir eini greið boð um, at samstundis sum Stórabretland skapar sær eina nýggjan, positivan og tryggan leiklut á altjóða leikpallinum, so eru vit avgjørd, at vit halda áfram at vera eitt altjóða vald, ið samstarvar við vinir og sameindar um allan heimin.