Hoydal hugleiddi um Merkið í London Town


Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, luttók í gjár á flaggdagshaldinum í London í sambandi við, at hann var í enska høvuðsstaðnum til tess at fundast við bretska starvsbróður sín, George Eustice, um felags ynski um tættari framtíðar samstarv ímillum Føroyar og Bretland innan fiskivinnu og handil.


Flagghaldshaldið varð í ár hildið í The Travellers Club.


Í flaggdagsrøðu síni hugleiddi fiskimálaráðharrin um týdningin, ið viðurkenningin av flagginum hevði í 1940 eins og í dag.


Fiskimálaráðið, ið skrivar um vitjanina hjá Høgna Hoydal á flaggdagshaldinum í London, sigur í hesum sambandi á heimasíðu sínari, at umframt, at flaggdagshaldið var væl vitjað av føroyskum útisetum, luttóku eisini bretskir politikarar, diplomatar og umboð fyri altjóða felagsskapir, umframt umboð úr handilsumhvørvinum og mentanarlívinum í London. Nítiníggju ára gamli Harry Wilson, sum gjørdi hertænastu í Føroyum undir 2. heimsbardaga, var eisini ímillum gestirnar á flaggdagshaldinum.