Hoyr nýggja sangin hjá Pipar & Salt her


Í samband við at Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale við Pipar & Salti fara í vár aftur á pall, hava teir givið ein jólasang út.






Sangurin eitur “Jólagleðin”, og teir skriva soleiðis um sangin:



- Jólagleðin er at geva. Gleðin at geva. Gevaragleðin. Statt ikki við tómum hondum og ongari gávu til tann tú elskar - tá ið handlarnir hava latið aftur Tollaksmessudag. Gleðilig Jól.





Tað verður í Norðurlandahúsinum 19, 20, 21 og 22. mars. Atgongumerkjasølan er longu byrja.