Hugni og tónleikur á handilsøkinum við Streymin

Í dag verður skipað fyri ymsum tiltøkum á handilsøkinum við Streymin í sambandi við mentanarvikuna í Sunda kommunu.





Handlarnir eru á tremur við nýggjari vøru og í teltinum verður møguleiki at smakka ymiskt og eisini at planta blómuleykir.





Í kvøld verður tónleikur á skránni. Klokkan 20 fer Hallur Joensen á pall á økinum uttan fyri Bónus, og kl. 22 verður konsert við Páll Finnur Páll.