Innbrot: Dreingir hava helst leitað eftir øli



Í gjárkvøldið komu fólk fram á tveir unglingar, ið høvdu brotið inn í ein hjall á Argjum.





Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at talan var um somikið ungar ”unglingar”, sum hann málber seg, at tað ikki verður skrivað eitt politimál frá hendingini. Ístaðin verður tað eitt mál hjá barnaverndini.





Tað var ikki mati, sum dreingirnir fóru eftir í hjallinum. Helst hevur tað verið øl ella brennivín, teir hava leitað eftir, sigur vaktleiðarin.





Tað kemur javnan fyri, at løgreglan í Havn fær fráboðanir um innbrot í hjallar og úthús.