ÍSF setur ferð á strembanina eftir olympiskari viðurkenning


ÍSF er farið undir tilgongd, at fáa viðurkenning frá altjóða olympisku nevndini (IOC).



Í hesum sambandi er avtala gjørd við ensku ráðgevingarfyritøkuna Vero Communications.



Verkætlanin bleiv skotin í gongd við tíðindafundin í London í dag hósdagin 8. mars har altjóða fjølmiðlar, sum serliga hava fokus á ítrótt, luttóku.



ÍSF hevur síðani 1975 roynt, at fingið viðurkenning frá IOC. Serstakliga í áttati- og byrjanini av nítiárunum var nógv gjørt við málið, og aftur eftir aldarskiftið.



Nýggja verkætlanin byggir sostatt á herðarnar á arbeiðinum, sum er gjørt frammanundan.



Á Twitter verður verkætlanin lýst umvegis @FaroeOlympic.