Ísrael í verjurøðu

Alheimurin hevur heitt á Ísrael um at steðga við at skjóta eftir
mótmælisfólkunum við Gaza geiranum, men ísraelski forsætisráðharrin sigur, at
hetta er gjørt í verju.



-         
Øll lond hava plikt at verja síni mørk, skrivaði
Benjamin Netanyahu á Twitter í gjárkvøldið.



Í minsta lagið 55 palestinar hava latið lív, meðan fleiri eru
særd í samanbrestunum, sum vóru dagin fyri at amerikanska sendistovan í
Jerusalem lat upp. Sambært Netanyahu er talan um at verja seg fyri Hamas, sum
hevur ræði yvir økinum.



-         
Yvirgangsbólkurin Hamas hevur lýst at hann
ynskir at oyðileggja Ísrael, og bólkurin hevur sent fleiri túsund fólk til markið
fyri at koppa hegnum og uppnáa hetta málið, sigur Netanyahu.