Javnleikur í undirhaldandi grannauppgerð

Arsenal og Chelsea fingu hvør sítt stig burturúr, tá liðini brustu saman á Emirates leikvøllinum í kvøld. Arsenal fekk javnað til 2-2 í yvirtíðini, í einum sera góðum,dysti, ið varð leiktur við høgari leikferð, og har fleiri stórir møguleikar vóru hvønn vegin.

Tað var heimaliðið, ið sat meira á bóltinum, og spældi til tíðir sera góðan fótbólt, meðan Chelsea allatíð var vandamikið uppá umstillingar, har Eden Hazard var í hopla. Bæði liðini høvdu nakrar risamøguleikar í 1.hálvleiki, men Thibaut Courtois og Petr Cech stóðu framúr væl í hvør sínum málið.

Tá farið var um tíman kom Arsenal á odda. Tað var Jack Wilshere, ið smekkaði bóltin í málið umvegis stongina. Men bert fáar minuttir seinni fekk Eden Hazard brotsspark, ið hann sjálvur setti kaldliga í málið. Dysturin bylgjaði nú aftur og fram, og í 84.minutti legði Chelsea seg á odda. Tað var vongbakkurin í høgri, Davide Zappacosta, ið legði bóltin innfyri har vinstri vongbakkur hjá Chelsean, Marcos Alonso skoraði til 2-1. Best sum dysturin sá út til at vera avgjørdir, svaraði Arsenal aftur. Tveir minuttir inní yvirtíðina datt bóltuin niður til Hector Bellerín í brotssteiginum, og spanski bakkurin sendi bóltin hegnisliga í málið. Chelsea kundi skora til 3-2 beint aftaná, men megnaðu ikki at umseta duppultmøguleikan til mál.

Harvið endaði tað 2-2, og hóast liðini undirhildu so kunn utey ikki brúka úrsliti til so nógv. Arsenal hevur fimm stig upp til fjórða plássið, og Chelsea er framvegis nummar trý. 

Í morgin er aftur grannauppgerð í London, tá Tottenham og West Ham enda jóla og nýggjársskránna í Premier League.