Joan Skibenæs kommunulækni í Skálafjarðar læknadømi


Heilsutrygd hevur sett Joan Skibenæs í starv sum kommunulækna í viðtalu 2 í Skálafjarðar læknadømi.







Joan Skibenæs nam sær embætisprógv innan læknafrøði í 2009 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í mars 2017. Joan Skibenæs hevur virkað sum kommunulæknaavloysari í Skálafjarðar læknadømi síðan mars 2017.





Joan Skibenæs tekur við starvinum 1. februar 2018.