Jólaguðstænastan bleiv til páskaguðstænastu


Christianskirkjan skipaði í morgun fyri eini serligari páskaguðstænastu fyri dagstovnunum og dagrøktini í kommununi.




Jólaguðstænastan fyri teimum yngstu børnunum varð í ár ávirkað av verkfallinum hjá Pedagogfelaganum. Tí hevur Hanus á Gøðrum nú bjóða øllum dagstovnunum og dagrøktini í kommununi til páskaguðstænastu.



Hóast illfýsið veður, so vóru nógv møtt til páskaguðstænastuna. Skúlakórið framførdi, og setti tað ein heilt serligan dám á hátíðarløtuna, skrivar Klaksvíkar kommuna.