KA og Áki gjørt nýggjan sáttmála


22-ára gamli vestmenningurin, Áki Egilsnes, fór til Íslands í summar at spæla við KA á Akureyri. Bakspælarin hevur gjørt tað væl í Íslandi, og nú hava partarnir longt samstarvið.

KA og Áki hevur skrivað undir eina avtalu, sum bindur partarnar í tvey ár afturat. Áki fegnast um møguleikan at spæla við felagnum; hann sigur soleiðis í viðmerking við heimasíðuna jn.fo:

- Mær dámar væl í Íslandi og á Akureyri. Eg eri eisini komin øðiliga væl inná liðið og havi fingið fulla spælitíð. Eg haldi at eg kann menna meg nógv her í Íslandi, og er hetta ein góð byrjan hjá mær um eg skal koma longri sum hondbóltsspælari.

KA liggur í løtuni á 2.plássið í næstbestu íslendsku deildini, og harvið væl fyri til uppflyting.