Kanjón átti lægsta boðið til nýggja Vígvøllin við Másheygg


Tilboðini uppá arbeiðið at gera Vígvøllin við Másheygg vórðu latin upp í býráðssalinum í Klaksvík gjár, upplýsir Klaksvíkar kommuna. Arbeiðið fevnir um eina nýggja rennibreyt við venjingarvølli í miðjuni.



Kanjon átti lægsta boð og vann sostatt útboðið. Boðið hjá Kanjón var 14,8 mió. kr.



Innkomnu tilboðini til verkætlanina vóru:



Kanjon: kr. 14.815.764,-



Norðhús: kr. 17.980.000,-



Á Brekku: kr. 18.152.052,-



Boðini verða nú eftirkannað, áðrenn Kanjon kann byrja arbeiðið. Miðjað verður móti, at Vígvøllurin við Másheygg kann takast í nýtslu í seinnu helvt av 2019.