Kann blíva vanligt í Houston


Stóru mongdirnar av avfalli eftir ódnina Harvey hava lagt stórar partar av Houston undir í vatni. Hetta kann gerast vanligt í býnum, heldur Jim Black, professari á Rice University í Houston.






Í einari samrøðu við CBS News greiðir hann frá, at síðani 1950 eru 227 ferkilometrar av vátlendi í býnum og harum horvin. Hetta er orsaka av stóru menningini av býnum.





Tí hevur tað ikki verið møguligt at fingið stóru mongdirnar av vatni burtur hesari seinastu dagarnar.





- Grundleggjandi er ódnin Harvey nýggi normurin, staðfestir Jim Black.





Tað var um vikuskiftið at ódnin rakti milliónabýin og partar av Texas. Sambært tíðindastovuni AP hevur Harvey higartil kravt 20 mannalív.