Kavaruddarin koppaði



So at siga allar kavaruddingarmaskinur eru úti í morgun fyri at royna at halda ferðsluna gangandi í nógva kavanum og jarðrokinum.





Men ikki gongst so væl hjá øllum.





Henda kavaruddingarmaskinan koppaði útav vegnum í Skálafirði fyri løtu síðani. Eftir øllum at døma var tunga maskinan komin ov langt út á vegjaðaran, sum helst er smokkaður undan.





Løgreglan veit onki um málið enn, men sum skilst hendi ongin mansskaði.