Kavaveðrið darvar asfalteringini


Nógv grevstrar- og asfalteringarbeiði hjá Tórshavnar kommunu verður illa darvað av vánaliga veðrinum og kuldanum í løtuni.

Villingardalsvegurin skuldi verða asfalteraður fyri tveimum vikum síðan. Á Landavegnum skal vegbreytin asfalterast, áðrenn arbeiðið heldur fram, og í Honnugøtu er grevstrararbeiðið liðugt, men veður er ikki til at asfaltera, skrivar kommunan.

Fyri at kunna leggja asfalt skal hitin vera minst 4 stig og tað má ikki vera ov nógv avfall. Hesi arbeiði standa tí bert og bíða eftir veðrinum.