Kim Larsen avlýsir: Hevur fingið staðfest krabbamein

Konsertferðin hjá danska sangaranum Kim Larsen og orkestri hansara, Kjukken, ið skuldi vera í januar, februar og mars í ár, er avlýst.





Orsøkin er, at hann hevur fingið staðfest krabbamein í bløðruhálskertlinum, prostata, skriva danskir miðlar.





Kim Larsen skrivar sjálvur soleiðis á Facebook-vanga sínum.





- Eg umberi mangar ferðir bæði áhoyrarum og fyrireikarum. Eg eri vorðin ein gamal býttlingur, og nógv ímóti mínum vilja, má eg ásanna, at mær tørvar tíð fyri at koma fyri meg aftur. Men eg rokni við at vera til reiðar aftur í summar, skrivar danska tjóðarskaldið.





Konsertferðin skuldi ætlandi byrja 18. januar við trimum útseldum konsertum í Amager Bio. Tær 24 fyrstu konsertirnar vóru allar útseldar, men atgongumerkini verða nú afturgoldin, upplýsir fyrireikarin, Jørn Jeppesen.





Beint fyri jól var Kim Larsen lagdur inn á Odense Universitetshospital. 72 ára gamli sangarin hevði trupulleikar í sambandi við, at hann var farin at taka ein nýggjan heilivág, upplýsti Jørn Jeppesen tá.





Les eisini: Kim Larsen innlagdur





Kim Larsen er ein av best umtóktu sangarum í Danmark nakrantíð. Sum einstaklingur hevur hann selt yvir tríggjar milliónir plátur umframt tær fimm milliónirnar, hann seldi sum sangari í bólkinum Gasolin.