Koks ein av 58 Michelin-matstovum í Norðurlondum



Talið av norðurlendskum matstovum, sum nú kunnu prýða seg við stjørnum frá matguidini hjá Michelin eru nú 58 í tali. Fyri fyrstu ferð eru Føroyar og Ísland eisini við á listanum.





- Vit eru serliga errin av at menningin kann halda fram, so vit nú eisini umfata Føroyar og Ísland, segði stjórin fyri Michelin Guides, Michael Ellis í sambandi við framløguna av norðurlendsku útgávuni fyri 2017 í Stockholm í morgun.





- Okkara eftirlitsfólk dámdu væl at uppliva matgerðarpallin í Reykjavík og at heiðra Dill við fyrstu íslendsku stjórnini. Tey vóru eisini hugtikin av hvussu kokkurin á Koks brúkti upprunavørur og siðbundna tøkni við royking og salting, sum eisini hevði eina Michelin-stjørnu uppiborna, leggur hann afturat í tíðindaskrivi frá Michelin.





Umframt Koks og Dill vóru sjey norðurlendskar matstovur, sum fingu sína fyrstu stjørnu. Tær eru 108 í Keypmannahavn (hetta er tann heldur bíligari lítlibeiggin hjá Noma), Domestic í Aarhus, Ti Trin Ned í Fredericia, Slotskøkkenet á Dragsholm Slot í Høvre, Sabi Omakase í Stavanger, Imouto í Stockholm og Sture í Malmö.





Tvær matstovur vórðu uppflokkaðar úr einari til tvær stjørnur. Tær eru Vollmers í Malmö og Henne Kirkeby Kro í Henne í Vesturjútlandi.





Ongin nýggj kom upp á tríggjar stjørnur. Tað er sostatt framvegis bert tvær trý-stjørnaðar matstovur í Norðurlondum, Geranium í Keypmannahavn og Maaemo í Oslo.





Michelin gevur eisini eitt sokallað Bib Gourmand, ið verður latið fyri sera góðar matstovur á einum kanska heldur minni kostnaðarmiklum støði. Matstovurnar, ið fingu Bib Gourmand vóru Matur og Drykkur í Reykjavík, Anarki í Keypmannahavn og Cirkus at More Bistro og Namu í Malmö. Sostatt eru nú 33 norðurlendskar matstovur, ið hava ein slíkan Bib Gourmand.





Ongar matstovur mistu stjørnu orsaka av at støðið var mett at verða lækkað í mun til árið frammanundan. Men tað vóru seks matstovur, ið mistu stjørnurnar orsaka av afturlating. Herímillum nógv umrødda og virda matstovan Noma í Keypmannahavn, sum nú letur aftur á Norðurbryggjuni fyri at lata uppaftur á nýggjum bústaði fyrst í komandi ári.





Listin yvir norðurlendskar matstovur, heiðraðar av Michelin