Kunnu fáa seks ár og upp til lívlanga fongsulsrevsing


Sonevnda Øksarmálið er aftur í dag á skránni í Føroya Rætti.



Procedura stendur á skrá, og eftir at rættarmálið varð seinkað í ein góðan tíma ella so í morgun, var tað ákærin, Linda Margrethe Hesselberg, ið legði út.



Hon mælir nevningatinginum til at finna báðar teir ákærdu í málinum – ein 24 ára gamlan mann og ein 22 ára gamlan mann – sekar í morðroynd eftir grein 237 í revsilógini.



Um nevningatingið ikki tekur undir við hesum tilmæli, mælir Hesselberg nevningatinginum til at finna menninar sekar í at hava framt grovan harðskap eftir grein 246 í revsilógini – tann paragraffin, sum umrøður ”vold af særlig rå, brutal eller farlig karakter”



Um nevningatingið heldur ikki tekur undir við hesum, mælir Hesselberg nevningatinginum til at finan menniniar sekar í at hava framt grovan harðskap ”under skærpede omstændigheder” eftir grein 245 í revsilógini.



Verða menninir funnir sekir í morðroynd, kunnu teir vænta at verða dømdir í fongsul ella varðhaldsstovn í minst 6 ár - og møguliga kunnu teir fáa lívlangan dóm.



Proceduran heldur fram seinnapartin í dag.