Kvinna í Danmark setti eld á seg sjálva


Ein heldur øðrvísi hending fór fram á borgaratænastuni í Sorø í Danmark í dag, tá ein kvinna setti eld á seg sjálva.





Løgreglan fekk fráboðan kl. 14:40, at ein kvinna hevði sett eld á seg sjálva inni í borgaratænastuni í Sorø kommunu. Kvinnan var flutt á ríkissjúkrahúsi við brunasárum. Kvinna hevði brent seg um bringuna og andlitið, skrivar TV2.



- Kvinnan fekk sjúkrahjálp á staðnum, sigur vaktarleiðarin hjá løgregluni í Suðurjútlandi og Lolland-Falster.



Enn er óvist hví kvinnan setti eld á seg sjálva.