Leita ikki meira í Skopunarfirði


Avgerð er tikin um, at meira verður ikki gjørt við leitingina í Skopunarfirði, har leitað hevur verið eftir einum glastrevja báti, sum sakk 31. august eftir ein samanstoyt við farmaskipið Mykines.






Tað upplýsir Edvard Bjarnason, stjóri á MRCC.





- Heystið er komið. Vit hava roynt so frætt, sum vit hava kunnað og hóast streymurin er batnaður, er tað nógvur vindur og ring líkindi, sigur hann.





- Har er djúpt og er harður streymur, og vit hava heldur ikki allar bestu útgerðina, leggur hann afturat.





Leitað hevur verið við myndatólum og skannarum í fleiri umførum, men tað hevur ikki eydnast at funnið bátin. Hildið verður, at báturin liggur á 70 metrar dýpi.





Báturin sakk tá farmaskipið Mykines rendi á hann klokkan 02:00 hesa náttina. Tveir mans vóru í bátinum, men bara tann eini varð bjargaður. Hin er ikki afturíafturkomin og hildið verður, at hann kann vera í stýrihúsinum á soknað bátinum.