Smugla LSD til Føroya á frímerkjum


Tað vísir seg, at fólk hava sera skapandi evni, tá ætlanin er at selja og taka ólóglig rúsevni. Tá Portalurin spyr løgregluna, um løgreglan kennir til at LSD er at finna sum frímerki í Føroyum verður sagt, at løgreglan seinastu tíðina hevur sæð nakað til LSD í hesum skapi.





At LSD er at fáa sum frímerki ger tað torførari hjá løgregluni at finna fram til rúsevni, og er tað torført at fanga alt rúsevni í eftirlitinum.



T.d. kann eitt bræv við LSD, sum verður sent úr útlondunum, innihalda heili 300 stk. frímerkir.



Frímerkini hevur eitt virði í víðari sølu á millum 200 og 300 krónur. Tí kann eitt bræv við LSD-frímerkjum hava eitt virði millum 60.000-90.000 kr.



Løgreglan hevur havt nøkur mál seinastu tíðina. Málini eru farin víðari til ákæruvaldið.


Dagført kl. 16:58