Maður gliðin í fjøllunum í Vágum

Stutt fyri klokkan sjey í kvøld fekk løgreglan boð um, at ein útlendskur maður var dottin í fjøllunum umleið tveir kilometrar vestanfyri Sandavágsháls. 

Maðurin, ið hevði fingið nakað av skaða var fluttur á landssjúkrahúsið, har hann varð innlagdur til observatión. 

Vakthavandi á politistøðini sigur, at maðurin hevur tað gott eftir umstøðunum.