Maður royndi at neyðtaka og drepa unga kvinnu í Aalborg


Ein ung kvinna varð, í heimi sínum í Aalborg, út fyri neyðtøku- og drápsroynd týsdagin. Ein 21 ára gamal maður varð handtikin hálvan tíma eftir at málið varð meldað, og skal í grundlógarhoyring seinnapartin í dag.





- Einki er sum týðir á, at nakað beinleiðis samband er ímillum mannin og kvinnuna, sigur Carsten Straszek, kommiserur hjá løgregluni í Norðurjútlandi.



24 ára gamla kvinnan meldaði málið beint áðrenn kl. 18 týsdagin. Ákærin, Thomas Klingenberg sigur sambært nordjyske.dk. at maðurin býr í sama bygningi sum kvinnan.



Maðurin kom inn í íbúðina hjá kvinnuni, tí at hann segði, at hann royndi at finna útav hvat tað var, sum larmaði so illa. Tá hann var komin inn, tók hann um hálsin á henni, bant hendurnar á henni, og dragsaði hana inn í kamari.



Tá kvinnan kom til sín aftur, fór hon at skríggja, og maðurin koyrdi ein sokk í munni á henni, fyri at fáa hana at tiga. Eitt sindur seinni eydnaðist kvinnuni at sleppa leysa, og at boða frá hvat var hent. Sambært læknunum var kvinnan í lívsvanda, skrivar TV2.