Mæla framvegis frá allari óneyðugari koyring


Hóast vindurin er minkaður nakað nú út á seinnapartin, boðar Landsverk frá, at tað er hált og krapi í støðum um alt landið.





- Tað er ikki koyrandi á Gjáarvegnum, Oyndarfjarðarvegnum og Oyggjarvegnum. Annars er framvegis nógvur vindur og hálka, og mælt verður frá allari óneyðugari koyring. Og í løtuni eru fleiri veðurstøðir óvirknar, m.a. á Høgareyni og á Sandavágshálsi.





- Koyrandi er aftur um byrgingina um Haraldsund, men bilførarir verða bidnir um at vísa størsta varðsemi.







18:00: Boðini eru framvegis tey somu. Mælt verður frá allari óneyðugari koyring


Les eisini: Tað ringasta farið framvið